Samtykki til handfaring av persónsupplýsingum
Viðgerð av tínum persónsupplýsingum – samtykki
Eg gevi hervið mítt samtykki til, at Vígdis kann savna inn og viðgera mínar persónsupplýsingar.
Persónsupplýsingar fevna um hesi sløg av upplýsingum:
- Navn
- Teldupostadressu
- Samskiftisupplýsingar
- P-tal
- Heilsuupplýsingar
Upplýsingarnar verða goymdar elektroniskt hjá Terapeut Booking (https://terapeutbooking.dk/).
Afturtøka av samtykki til viðgerð av tínum persónsupplýsingum
Tú kanst altíð taka títt samtykki aftur. Hetta kanst tú gera við at seta teg í samband við meg á teldupost: vigdissf@proton.me